Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

21. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 8. oktober, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Jákup Mikkelsen og landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 12.19
Fundur uppafturtikin kl. 12.50

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 3/2020:
Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum og nr. 12/2020: Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 24/2020:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður fríggjadagin 9. oktober, kl. 10.00 við hesi dagsskrá

 

1.      Val av Løgtingsins umboðsmanni

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (§ 6 um eftirbataheim verður strikað, hækkan av heilsutrygdargjaldið úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting av § 10 um hjálparráð)

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.      Framløga

 



 

 

 

Fundur lokin kl. 17.32

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari