Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

22. fundur 

 

Ár 2020, fríggjadagin 9. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur. 

 

Til viðgerðar:  

 

1.      Val av Løgtingsins umboðsmanni

Formaðurin mælti til at velja Honnu Vang til Løgtingsins Umboðs­­mann

Samtykt 31-0-0

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)

Málið varð beint í Vinnunevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)

Málið varð beint í Vinnunevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (§ 6 um eftirbataheim verður strikað, hækkan av heilsutrygdargjaldið úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting av § 10 um hjálparráð)


Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
13/2020: Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 20. oktober, kl. 13.00 við hesi dagsskrá

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr 5/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-2

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2020: Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2020: Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2020: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2020: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

8.      Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 15.11

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari