Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

§ 19 nevnd at kanna Eik grunnin

« Aftur

Løgtingsmál nr. 152/2013: Uppskot til samtyktar um at seta § 19 nevnd at kanna viðurskiftini kring Eik grunnin varð samtykt á tingfundi 28. mai 2014  við 31-0-0 atkvøðum.
Nevndin varð vald á tingfundi sama dag.

Arbeiðssetningur
§ 19 nevnd at kanna viðurskiftini kring Eik grunnin
 

 

Løgtingið samtykti tann 28. mai 2014, soljóðandi uppskot til samtyktar:

“Løgtingið samtykkir at seta 3 manna tingnevnd sbrt. stýrisskipanarlógini § 19 at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002-2010, og eftirlitinum við grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. Arbeiðssetningurin fevnir ikki um agamáls- ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum.”

Í viðmerkingunum verður m.a. víst á, at høvuðsmálið við nevndararbeiðnum er at fáa til vega neyðugar upplýsingar soleiðis, at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av Eik-grunsmálinum.

Nevndin hevur nágreinað arbeiðssetningin soleiðis:

 

Í høvuðsheitum eigur kanningin at fevna um:

 
Grunnaeftirlitið 

1.      Lýsa lógargrundarlagið fyri eftirlit við føroyskum vinnurekandi grunnum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014.

2.       Lýsa framda grunnaeftirlitið av Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014.

3.       Staðfesta um samsvar var millum lógargrundarlag og framda eftirlitið av Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar. 

 

Eik grunnurin 

1.      Lýsa viðtøkur og lógargrundarlag fyri Eik grunnin í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010.

2.       Lýsa virksemið í Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010.

3.       Staðfesta um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar.


Fastir limir Varalimir
Joen Magnus Rasmussen , Formaður
Kristina Háfoss , Næstformaður
Helgi Abrahamsen
Skrivari: Rannvá Sólheim
Dagsskrá
Gerðabókin
Skriv til nevndina
Nevndarmál