Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

faroese parliament


Seinasti framløgudagur

Sagt verður frá, at seinasti framløgudagur fyri tingmál, sum skulu hava viðgerð í tingsetuni 2018, er hósdagin, 7. mars 2019.

Í hesum sambandi skulu tingmál vera umsiting tingsins í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. februar, kl. 12.00.

Viðmerkjast skal, at møgulig mál, sum skulu hava viðgerð í hesi tingsetu, men ikki eru komin okkum í hendi innan hesa freist, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram.