Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

faroese parliament


Ungdómsting 2020

Løgtingið skipar fyri Ungdómstingi 3. og 4. februar 2020. Í tí sambandi er innbjóðing send øllum skúlum við framhaldsdeild.

Vegleiðing er send skúlunum um, hvussu til ber at luttaka og eisini um, hvussu til ber at gera lógaruppskot og uppskot til samtyktar saman við vegleiðandi skrá fyri Ungdómstingið 2020.

9 skúlaflokkar hava boðað frá luttøku.

Landsstýrisfólkini eru biðin um at luttaka seinnapartin 4. februar, har tey skulu svara munnligum fyrispurningum frá luttakarunum á UT 2020.

Mentamálaráðið er kunnað og hevur fingið sama tilfar, sum er sent skúlunum.

Tilfar viðvíkjandi UT 2020 er at finna her

Ungdómstingmálini liggja undir: Tingmál - Vanlig tingmál:
frá nr. 5001/2019 til 5012/2019

Skráin fyri Ungdómstingið 2020 sæst her

Skriv til fjølmiðlarnar sæst her