Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Jørgen Niclasen

« Aftur

 

Fólkaflokkurin


Føddur 17. januar 1969 í Sørvági.
Foreldur: Hervør og Niclas Niclasen.
Hjúnafelagi: Annelena Vest Niclasen, dóttir Áslu og Julius Joensen.
Børn: Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001)
Útbúgving: Studentsprógv mat/fys. deild í Hoydølum 1988.

Álitisstørv:  Jørgen er floksformaður Fólkafloksins, og tað hevur hann verið síðan 2007. Í tingstarvinum er hann m.a. næstformaður í bæði Vinnunevnini og í Útnorðurráðnum.

 

Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og sum formaður Fólkafloksins. Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Jørgen sat sum fastur varamaður frá 1991-1993, og í juli 1994 varð hann valdur í Løgtingið.

 

Í Løgtinginum hevur Jørgen havt fleiri álitisstørv. Frá 1991-1993 var hann formaður í Almanna- og heilsunevndini, frá 1994-1996 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini, frá 1996 til 1998 var hann formaður í Vinnunevndini. Frá 1996-1998 var hann limur í Sendinevnd Løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Í 1998 varð Jørgen valdur til formann í § 19-nevndini, sum Løgtingið setti at útgreina og lýsa tey viðurskifti í 1980-árunum, sum vóru atvoldin til djúpu búskaparligu kreppuna í fyrru helvt av 1990-árunum. Í 1998 og í 2011 var Jørgen formaður í Fíggjarnevndini, og frá 2004-2008 var hann formaður í Trivnaðarnevndini.

 

Jørgen var formaður í tingbólki Fólkafloksins frá 2004 til 2008, og síðan 2007 hevur hann verið formaður Fólkafloksins.

 

Jørgen hevur verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fleiri umførum. Frá 1998-2003 í fiskivinnumálum, frá 2008-2011 í uttanríkismálum, og frá 2011-2015 í  fíggjarmálum.

 

Ymist:Í privata vinnulívinum hevur Jørgen eisini verið virkin. Hann hevur verið stjóri í handilsfyritøkum og verið stjóri á saltfiskavirki. Eisini hevur hann verið nevndarlimur í tjóðar flogfelagnum.

Heimstaður: undir Bólheyggi 13, FO-380 Sørvágur.
Fartelefon: +298 787875

 


Email: jorgen@logting.fo